apr.
14.
2.00 PM14.00

Hugnaligur OMMU OG ABBADAGUR verður í dag

Hugnaligur OMMU OG ABBADAGUR verður í dag - øll eru VÆLKOMIN eisini uttan ommur og abbar

Vit koma eisini at hoyra um SAT-7 og samla pening inn til SAT-7 kids

Spennandi er hvussu nógv faks Líggjas fær í dag. (Hann fær 1 faks pr 500 kr - hann hevur longu fingið eitt )

SAT-7 er ein sjónvarpsrás í tí arabiska heiminum, sum dagliga sendir m.a. nógv gott barnatilfar út. Tey fortelja børnunum um Jesus, gera undirvísingartilfar til børn, sum búgva í flóttafólkalegum og tískil ikki kunnu ganga í skúla.

Tey gera eitt megnar arbeiði og hava dagliga ein hyggjaraskarða á uml 18.000.000 hyggjarar.

Hesum vilja vit aftur í ár vera við at stuðla.

Innsavningin varðar í 4 vikur.

Kom og ver við

Peningur kann eisini flytast á konto 9181-1681410.

Se begivenhed →
Meinigheitsfundur
mar.
2.
10.00 AM10.00

Meinigheitsfundur

Vælkomin til árliga meinigheitsfundin, har vit tosa um týðandi viðurskifti fyri okkara meinigheit.

Vit byrja við morgunmati kl 10:00 og síðan er:

  1. Frágreiðing um farna árið

  2. Framløga av roknskapinum

  3. Framløga av ætlanum um renovering av húsinum

Se begivenhed →
TEMA dagar v/Rolf Kjøde
jan.
26.
til 28. jan.

TEMA dagar v/Rolf Kjøde

Hvussu kunnu vit vera ein meinigheit, sum røkkur út til nærumhvørvi samstundis sum vit eru virkin í altjóða missión? Hendan spurningin grava vit djúpri í til TEMA-dagarnar í Meinigheitshúsinum 26.-28. januar, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Fokus verður sett á missión í nær- og fjarumhvørvinum – at breiða út gleðiboðskapin í Tórshavn, Føroyum og líka til ytstu endamark á jørðini.

Undirvísari verður Rolf Kjøde úr Norra. Rolf er gudfrøðingur og var aðalskrivari í Normisjon í fleiri ár og formaður í felagsskapin Tent International. Hann er væl grundaður í Guds orði og hevur nógvar royndir innan missiónsarbeiði, bæði lokalt og globalt.

Skráin fyri TEMA-dagarnar:

FRÍGGJADAG

Kl. 19:30 – ‘Ein nýggjur samleiki – tey “kristnu” í Antiókia’ (Áps. 11,19-30)

-       Drekkamunnur eftir møti

 

LEYGARDAG

Kl. 09:00 – Meinigheit, fólkaferðing og missión (Áps. 13,1-3)

-       Byrjað verður við morgunmati

Kl. 19:30 – Tjaldmakari fyri evangeliinum – undir krossi og trongd (Áps. 14,21-28)

-       Drekkamunnur eftir møti

 

SUNNUDAG

Kl. 17:30 – Evangeliið til øll! (Áps. 15,22-35)

-       Nátturði eftir møti

-       Barnaansing

Se begivenhed →
Jólaveitsla fyri børn
dec.
3.
3.00 PM15.00

Jólaveitsla fyri børn

So er tað sunnudagin kl 15 at árliga jólaveitslan verður í sunnudagsskúlanum 🙂👍🎄

Vit koma at syngja saman. Hoyra jólaboðskapin. Barnakórið kemur at syngja.

Vit fara at dansa um vakra jólatræði og at enda fáa okkurt gott til góma🎂🍭🍬

Verið so hjartaliga vælkomin🌲🎄🙂

Se begivenhed →