Arbeiðsgreinar

Sjómanskvinnuringurin

 
 

Sjómanskvinnuringurin møtist 1. mánadag í hvørjum mánað kl. 20.00.

Í Føroyum eru umleið 40 sjómanskvinnuringar. Kring alt landið koma kvinnur saman í Sjómanskvinnuringum, sum bera Sjómansmissiónina uppi í forbøn og stuðuli á ymiskan hátt – millum annað við at geva jólapakkar til sjófólkið.

Kvinnurnar koma harafturat saman eina ferð um árið til Sjómanskvinnustevnu.