Nýggir limir komnir í Salt nevndina

Salt nevndin hevur fingið forsterkningar. Tríggir nýggir leiðarar eru komnir í nevndina: Kristian Hansen, Jórunn Mohr Viderø og Marjun Garðsá.

Salt er ungdómsarbeiðið í Meinigheitshúsinum í Havn. Skipað verður fyri ungdómsmøtum hvørt hóskvøld kl. 20:00, umframt at ung samlast til onnur tiltøk.

SALT nevndin frá vinstru: Haraldur Áarberg, Rannvá Hentze, Kristian Hansen, Jórunn Mohr Viderø, Patricia Hentze, Marjun Garðsá, Helena Sunnsker og Jákup Brúsá.

UngJákup Brúsá