Ólavsøka í Meinigheitshúsinum

Aftur í ár bjóða vit øllum vælkomnum í Meinigheitshúsið á Ólavsøku at hoyra Guds orð, syngja saman og njóta góðan felagsskap.

Ólavsøkuaftan kl. 22:00 bjóða tey ungu í Meinigheitshúsinum til lovsangstiltak og til drekka aftaná.

Ólavsøkudag kl. 20:00 verður Ólavsøkumøti, har Sverri Steinhólm, sóknarprestur, boðar Guds orð, og Bárður á Lakjuni framførir. Harafturat verður góður felagssangur á skránni.

Jákup Brúsá