Tilbage til Alle begivenheder

Ungdómspáskastevna v/ Wilson Goeda


  • Meinigheitshúsið 1 Húsagøta Tórshavn Faroe Islands (kort)

Aftur í ár skipa vit fyri ungdómspáskastevnu í Meinigheitshúsinum í Havn. Hesuferð fáa vit vitjan úr Suður-Afrika av Wilson Goeda, ið kemur at tala. Wilson hevur verið í Føroyum fleiri ferðir áður, m.a. á ungdómslegum í Nesvík í 2015 og 2016. Vit hava eisini eina spennandi skrá við góðum lovsangi, framførslum o.a.

Vit gleða okkum til eitt spennandi vikuskifti, har vit eru saman um góða páskaboðskapin: at Jesus gav sítt lív og reis upp frá deyðum fyri at vinna okkum eitt lív í frælsi. Og vit gleða okkum at síggja teg! Bjóða endiliga vinum og familju við tær.

Skráin

  • Langa fríggjakvøld kl. 20.00 – Borgfríð Fonsdal framførir

  • Leygarkvøld kl. 20.00 – Ung av Toftum framføra

  • Páskakvøld kl. 20.00 – Olvheðin Jacobsen v/ bólki framførir

  • 2. páskakvøld kl. 20.00 – nógvur lovsangur

*Øll kvøldini verða talurnar umsettar til føroyskt.

Hvør er Wilson Goeda

Wilson arbeiðir sum undirvísari hjá Youth With A Mission. Hansara lív hevur verið merkt av hatri yvir tað órættvísi, sum hann upplivdi av at vaksa upp undir Apartheid í Suðurafrika. Hansara uppvøkstur var harður, gjørdist foreldraleysur sum 8 ára gamal, varð seldur sum trælur, megnaði at flýggja aftaná 7 ár og livdi síðan á gøtuni í Johannesburg, har hvør dagur var ein bardagi fyri lívinum. Sum 17 ára gamal varð hann tó møttur av Guds kraft, bleiv frelstur og settur í frælsi.

Tidligere begivenhed: 10. april
Møti v/Mourits Mouritsen
Senere begivenhed: 21. april
SALT v/ Jákup Brúsá