Innleiðsludagur fyri nýggj fólk í meinigheitini

Eitt nýtt tiltak verður í Meinigheitshúsinum í apríl. Tá verður ein serligur innleiðsludagur fyri nýggj fólk í meinigheitini. Kunning, prát og opið samskifti er á skránni, so tey nýggju fólkini í meinigheitini fáa eitt gott og skjótt innlit í alt virksemið og grundarlagið fyri meinigheitini. Ætlanin er at tiltakið verður afturvendandi á hvørjum ári.

Læs mere
Heri Kjærbo
Meinigheitsfundurin 2021

Meinigheitsfundur verður leygardagin 20. Mars. Hetta er ein fundur, sum er á hvørjum ári. Í ár verður endalig góðkenning av visjónini fyri meinigheitina løgd fyri fundin. Meinigheitsfundurin er fyri fólk, sum koma í húsið regluliga.

Læs mere
Heri Kjærbo
Páskastevna fyri ung

Meinigheitshúsið í Havn skipar fyri eini ungdómspáskastevnu í døgunum 2-5. apríl. Vit gleða okkum at hátíðarhalda páskirnar saman og hoyra um Jesu deyða og uppreisn, sum broytti alt.

LANGAFRÍGGJAKVØLD KL. 20.00
Hvat hendi langa fríggjadag? v/ Tórur Jacobsen
Gøtu kirkju ungdómskór syngur

LEYGARKVØLD KL. 20.00
Hví mátti Jesus doyggja? v/ Tórur Jacobsen
Lovsangsløta

SUNNUKVØLD KL. 20.00
Jesu uppreisn – fup ella fakta? v/ Jákup Brúsá
Borgfríð Fonsdal syngur

MÁNAKVØLD KL. 20.00
Hvønn týdning hava páskirnar í dag? v/ Jákup Brúsá
Anton Liljedahl syngur

Hvørt kvøld verður góður lovsangur, og aftaná møtini verður drekkamunnur, hugni og spæl.

Læs mere
Heri Kjærbo
Høvuðsreingerðing av Meinigheitshúsinum

Leygardagin 13. februar fara fólk í Meinigheitshúsinum at gera høvuðsreint. Øll sum koma í húsið fara í felag at gera høvuðsreingering. Hetta merkir, at farið verður út í hvønn krók og støð, sum vanliga sjálvdan farið verður til. Reingerðingartoymið stendur á odda og eru uppgávurnar longu nú skipaðar. So tað er bara at møta upp í nakrar fáar tímar, so húsið verður val hildið - eisini í framtíðini.

Læs mere
Heri Kjærbo
Salt byrjar aftur

Ungdómurin SALT fer at hava tiltøk aftur, eftir eina longri korona steðg. Komandi hóskvøld, kl. 20.00, fer Ólavur at hava andakt, lovsangur og góðar relatiónir. Kom við !

Læs mere
Heri Kjærbo
Temadagarnir í januar avlýstir vegna korona

Vit harmast um, at Rolf Kjøde ikki kemur á hesum sinni. Orsøkin er korona, sum ger um seg av nýggjum í Norra og her heima eru eisini avbjóðingar enn við korona. Tí hevur leiðslan saman við Rolf tikið endaliga støðu um, at Temadagarnir eru avlýstir í 2021. Vit hava hinvegin gjørt avtalu við Rolf, at hann kemur í 2022 í staðIn. Vit vóna at tað fer at eydnast.

Læs mere
Heri Kjærbo
Gott nýggjár til øll í Føroyum !

Vit ynskja tykkum øllum eitt gott og vælsignað nýggjár. Takk fyri tað brátt farna. Takk fyri stuðul, bæði fíggjarliga og andaliga við forbøn. Vit bjóða nýggja árinum vælkomið og eru vit sera spent uppá. hvat Harrin fer at leiða okkum til.

Læs mere
Heri Kjærbo
Spennandi undirvísing um kynini

Mikukvøldið 21. oktober verður eitt spennandi evniskvøld í Meinigheitshúsinum. Evnið verður “kynini” og kemur sóknarpresturin Jákup E. Petersen úr Norðstreymoy at undirvísa. Byrja verður stundisliga kl. 19.30.

Læs mere
Heri Kjærbo
Tey ungu í heystferiuni - 15. oktober

Tey ungu samlast hvørt hóskvøld. Komandi hóskvøld verður Chill, har millum annað Alfred Petersen fer at hava andakt. Men hóskvøldið 15. oktober verður heystferia og tí einki ungdómstiltak. Ungdómurin samlast eftir heystferiuna 22. oktober.

Læs mere
Heri Kjærbo