Visjónin endaliga samtykt

Visjón og missión hjá Meinigheitshúsinum í Tórshavn

Eftir eina langa tilgongd við at seta orð á visjónina fyri alt arbeiði í Meinigheitshúsinum eru vit komin á mál. Okkara visjón er at seta Jesus Kristus í miðdepilin av øllum, sum vit gera.

Skjøtul varð settur á visjóns-arbeiðið fyri trimum árum síðan, og nakrar orðingar hava verið frammi at venda. Innihaldið í visjónini er spíðska til í allari tilgongdini, og nú er ein endalig orðing sett, ið rakar seymin á høvdið við hvat vit brenna fyri og hvat okkara kall er. Hetta var endaliga samtykt á Meinigheitsfundinum leygardagin 5. mars 2022.

Jesus Kristus í miðdeplinum

Gleðiboðskapurin um Jesus Kristus er ein boðskapur um hann, sum megnar at frelsa ein og hvønn sum trýr!

Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.

– Jóh. 3,16

Øll menniskju hava sítt stríð – og mangan kann tað kennast so tungt at bera, at vit grynna ikki. Stúran, ótti, einsemi, ørkymlan ella sorg fyllir nógv, ella vit hava ein støðugan ófrið yvir okkum.

Eitt er at fáa dagin at hanga saman ella finna meining í lívinum, men við okkara ævigu lagnu standa vit hjálparleys. Veruleikin er, at vit eru atskild frá Gudi, okkara skapara. Og okkara synd – ófullkomileiki – ger, at vit hava uppiborið ein ævinleika uttan Gud. Bíblian kallar hetta at vera “glataður”.

Men tíbetur er ein loysn. Hetta er ein vón, ið snýr seg um meira enn ein betri dag í morgin. Hon er innilig og persónlig, men ger okkum eisini til part av eini hægri eind, og hon ber inn í ævinleikan.

Vónina finna vit í Jesusi Kristi, sum kallar okkum at venda um frá gudloysi og avgudadyrkan til tað lívið, sum vit vóru ætlað til. Hetta leyskeypti Jesus okkum til, tá hann doyði á krossinum. Tí er neyðugt við Jesusi Kristi í mínum og okkara miðdepli.

Tí eru vit ein livandi felagsskapur av Jesu eftirfylgjarum – ikki passiv, dovin, lunkaði, dupultmoralsk – sum hjálpir menniskjum at finna meining, vón og frið í sínum lívi.

Vit vilja fylgja Jesusi heilhjartað, tæna við ídni, møta menniskjum við umsorgan, boða gleðiboðskapin, búgva og eggja hvønn annan til tænastu og senda út í missión. Tí hetta er for gott til at halda fyri okkum sjálvi.

Hetta merkir allan okkara felagsskap, øll okkara tiltøk og alt, sum vit standa fyri – at Jesus Kristus er í miðdeplinum av bæði okkara lívi, men eisini allari heimssøguni, ja sjálvu skapanini av alheiminum. Vit elska, tí Jesus elskaði. Vit fyrigeva, tí Jesus fyrigav. Vit seta okkum sjálvi lágt, tí Jesus setti seg sjálvan lágt. Vit góðtaka ikki synd og órættvísi, tí Jesus góðtók tað ikki. Vit geva alt okkara lív, tí Jesus gav alt sítt lív. Vit eru eyðmjúk, tí Jesus var eyðmjúkur.

Hvat merkir hetta ítøkiliga?

Fyri at ítøkiliggera visjónina hava vit 5 økir, sum vit kunnu kalla okkara missión fyri at nærkast visjónini alsamt meira. Hesi hjálpa okkum at halda fokus í tí arbeiði, vit fáast við sum meinigheit.

  1. Fylgja Jesusi

  2. Møta menniskjum við umsorgan

  3. Boða gleðiboðskapin

  4. Búgva til tænastu

  5. Senda út í missión

1) Vit byrja hjá Jesusi sjálvum, tí hann kallar okkum at fylgja sær. Lærusveinaskapur er ein týðandi partur av kristna lívinum – at læra frá meistaranum og at ganga í hansara fótasporum. Ja, sjálvt missiónsboðini, ið Jesus gav sínum lærusveinum í Matt. 28 snúðu seg um at gera øll fólkasløg til sínar lærusveinar.

2) Síðan fylgja vit Jesu fyridømi við at møta menniskjum við umsorgan. Jesus hjálpti ikki menniskjum við eini duldari ætlan. Hann hjálpti, tí teimum tørvaði hjálp. Vit lesa í Matt. 20,34 um tveir blindar menn, ið koma til Jesus og biða um hjálp. Tað stendur, at “Jesusi tókti hjartaliga synd í teimum, og hann nam við eygu teirra, og við tað sama fingu teir sjónina aftur, og teir fylgdu honum.” – Jesus møtti menniskju við umsorgan, so tað vilja vit eisini gera.

3) Jesus prædikaði umvending, ti Guds ríki var í nánd (Mark. 1,15). Men menniskjan stóð í eini kosmiskari rangstøðu: atskild frá Gudi vegna okkara synd. So Jesus kom at loysa trupulleikan við at geva sítt egna lív fyri okkum øll. Hetta eru góð tíðindi, sum øll mugu hoyra!

4) Fyrireiking er ein týðandi partur av tilgongdini frá at venda um til trúgv á Jesus til vit eru búgvin til tænastu. Sum meinigheit trúgva vit, at vit øll hava ein leiklut í Guds ríki. Øll hava fingið onkra náðigávu. Øll eru kallaði til at tæna. Øll eru á vøllinum og spæla dyst. Tí vilja vit búgva okkara fólk út til tænastu, so tey eru búgvin til at virka hvar tey so verða kallaði.

5) Til seinast eru vit kallaði at fara út til øll fólkasløg. Vit byrja í Havnini, sum er okkara heimstaður, men vit vilja eisini senda fólk út í missión kring heimin.