PODAS Ung í Meinigheitshúsinum í heyst

Hjartaliga vælkomin til PODAS fyri ung í Meinigheitshúsinum í Havn.

Ynskir tú at fylgja Jesusi og vaksa í trúnni? Podas bjóðar mennandi frálæru, viðkomandi tilfar og lívgandi felagsskap.

Góð, opin og viðkomandi undirvísing í kristnu trúnni fyri øll frá 14 ára aldri.

Kanska ivast tú ella veitst ikki hvat tú skal trúgva um tað góða og tað ónda, um Gud og Guds frelsu, um Jesus og Heilaga Andan, um bøn og Guds leiðslu, um Bíbliuna og Guds vilja? Hesir og aðrir spurningar verða viðgjørdir. Undirvísarar eru prestar, trúboðarar og onnur.

Ver hjartaliga vælkomin á føroyska bíbliuskúlan PODAS, sum er bygdur á Fólkakirkjunar læru.

Stað: Meinigheitshúsið í Havn.

Aldur: Frá 14 ára aldri.

Tíð: Hósdag frá kl. 17.30 - 19.30. (Tíðin kann broytast.)

Byrjað verður 8. september 2022 - 8. desember 2022.

Kostnaður: kr. 750 við undirvísingarbók.

Tilmeldingarfreist: 5. september 2022.

Floksleiðarar: Liljan og Kim Midjord.

Melda teg til PODAS ung her

Jákup Brúsá