Meinigheitshúsið á Ólavsøku

Ætlanin er at hava spennandi tiltøk á Ólavsøku í ár. Vit byrja Ólavsøkuaftan 28. juli. Tá verður opið hús, sum tey ungu skipa fyri. Tað byrjar væntandi kl. 22.00. Hvat verður á skránni, verður kunnað meira um seinni. Men suppa verður at fáa :-)

Ólavsøkudag 29. juli opna dyrnar kl. 19.00 tá øll fáa suppu til matna og ein kopp av kaffi. Ein tíma seinni, kl. 20.00, verður sangmøti . Taborkórið og sangkreftir av Toftum fara at luttaka. Bergur D. Joensen, prestur, fer at boða Guds orð. Eisini verður drekka og hugnaløta á skránni eftir møti. Tó er ætlanin at tiltakið endar um kl. 22.30, so fólk fáa høvi at fara til midnáttar sangin, um hann verður. Um eingin midnáttarsangur verður, vegna korona, verður húsið opið longri.



Tað er ynski hjá meinigheitini at bjóða øllum í og uttanfyri Tórshavn í húsið og skulu øll verða so hjartaliga vælkomin. Hetta er eitt serliga gott høvi at møta útisetum og fólki ein ikki ofta møtir.



Vit hava opnað dyr á Ólavsøku og bjóða øllum hjartaliga vælkomin !

Heri Kjærbo