Øll tiltøk avlýst inntil 12. november

Nýggjastu tilmælini frá myndugleikunum:

Landsstýrið setur nú avmarkingar í verk fyri at tálma smittutrýstinum. Fyri eini løtu síðani komu boð úr landsstýrinum um, hvørji tiltøk skulu setast í verk. Landsstýrið sigur, at nú verða hesi tiltøk sett í verk, og tað er galdandi frá í dag:

  • Øll tiltøk, har 50 fólk ella fleiri savnast, eiga at verða útsett.

  • Ítróttardystir kunnu avgreiðast, men hetta eigur at vera uttan áskoðarar.

  • Skúlar og dagstovnar, har smittan ger um seg, eiga at lata aftur. Ráðgevandi nevndin innan skúla- og dagstovnaøkið tekur saman við Landslæknanum støðu í hvørjum einstøkum føri.

  • Frítíðarvirksemi hjá børnum og ungum eigur at steðga, har smittan ger um seg.

  • Náttarlívið eigur at lata aftur. Hetta er tó ikki galdandi fyri matstovur.

  • Øll eiga framvegis at kanna seg annan dagin eftir komu.

  • Koronalinjan letur upp aftur í morgin.

  • Hildið verður fram við at kanna og smittuspora.

Tilmælini eru galdandi í tíggju dagar. Frá í dag til og við fríggjadagin tann 12. november.

Hetta merkir, at einki tiltøk verða í Meinigheitshúsinum til og við 12. November.

Stýrið

Heri Kjærbo