Meinigheitshúsið

View Original

Nýggja kaféin eitur HeBrews

Maureen Djurhuus Clarke átti vinnandi navnið til kaféina, og systir hennara, Maria, tók ímóti vinninginum í hennara stað.

Á Meinigheitsfundi leygardagin 5. mars varð navnið avdúkað á nýggju kaféini í Meinigheitshúsinum. Nýggja navnið er HeBrews – eitt orðaspæl millum enska heiti fyri Hebrearar og at bryggja (kaffi).

Navnakapping varð útskrivað í november, og tá freistin var úti 31. desember vóru fleiri góð uppskot komu inn. Stýrið hevur viðgjørt innkomnu uppskotini, og vinnandi uppskotið átti Maureen Djurhuus Clarke. Av tí Maureen arbeiðir uttanlands, bar tað ikki til hjá henni at verða við til avdúkingina. Men í staðin var systurin Maria, sum tók ímóti vinninginum, eitt gávukort frá bókhandlinum Manna hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Arbeiðið við nýggju kaféini er komið væl áleiðis, og verður hon vónandi liðug heilt skjótt. Talan er í fyrstu atløgu ikki um eina kafé, ið er opin dagliga til ávísar tíðir. Hvat virksemi verður koma vit at kunna um seinni. Helena Sunnsker er sett sum leiðari á kaféini og kemur hon at samskipa virksemi á kaféini.

Hví HeBrews?

Navnið er beinrakið og ríkt við innihaldi. Hebrearabrævið og hebrearar eru sterk hugtøk í bíbliuni, sum sipa til Guds útvalda fólk í gamla testamenti – hóast teirra ófullkomileikar. Eftir Jesu deyða og uppreistn gjørdist greitt, at gleðiboðskapurin er til øll fólkasløg. Og somuleiðis er kaféin til fyri øll.

Eitt enskt navn er gott, tá vit ynskja at møta teimum mongu útlendingunum, sum búgva í Tórshavn. Vit vilja virka fyri integratión fyri útlendingar í Tórshavn og í okkara meinigheit.

‘He brews’ merkir ‘hann bryggjar' – og vit kunnu siga, at vit koma at bryggja kaffi til tey, ið vitja kaféina. Men vit gleða okkum eisini til at síggja, hvat Gud kemur at bryggja í arbeiðinum út frá kaféini. Tá tú bryggjar kaffi, so verða turrar kaffibønirnar malnar sundur og síðan blandaðar við vatni fyri at gera gott og væl smakkandi kaffi. Hetta er ikki heilt ólíkt tí, vit lesa um í 2. Kor. 5,17: “Um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur.” – (Jesus, sum er lívsins vatn).

Nógv kann spinnast burtur úr nýggja navninum. Men mest spennandi verður at síggja, hvussu kaféin verður amboð í okkara visjón fyri at seta Jesus Kristus í miðdepilin við at møta menniskjum við umsorgan.