Meinigheitshúsið

View Original

Stór ungdómspáskastevna í Havn um vikuskiftið

Komandi vikuskifti 29.-31. mars verður ungdómspáskastevna í Meinigheitshúsinum í Havn, har sangur, tónleikur, hugni, felagsskapur og páskaboðskapurin er í fokus.

Tað er ungdómurin í Meinigheitshúsinum, sum skipar fyri stóra ungdómstiltakinum um páskirnar. Í fjør var fult hús av ungum, og væntandi verður ikki minni hesuferð, har góður lovsangur og framførslur. Møtir verða langa fríggjakvøld til sunnukvøld kl. 19.30.

– Er páskaboðskapurin um Jesu deyða og uppreisn viðkomandi fyri okkum í dag, spyrja fyrireikararnir? Hesin spurningur er serliga viðkomandi, tá hugsað verður um, hvussu nógv ung í dag stríðast við angist, strongd, einsemi, stúran og ótta í dag. Páskaboðskapurin er ein boðskapur um frælsi, sum Jesus vann okkum øllum, tá hann doyði á krossinum og reis uppaftur frá deyðum.

Yvirskriftin fyri dagarnar er ‘Ein nýggj byrjan’, deilt upp í eitt undirtema fyri hvørt kvøld. Fríggjakvøldið talar Jákup Brúsá um evnið ‘Hví mátti Jesus doyggja?’. Leygarkvøldið talar Tóta Akursmørk um evnið ‘Tá vónin brestur’. Og sunnukvøldið talar Kartin Høgnesen um evnið ‘Uppreisnin broytir alt!’.

Umframt spennandi boðskap verður lovsangur og tónleikaframførslur á skránni við Erlu Mortensen og Heðin Askham leygarkvøldið og kórinum í Meinigheitshúsinum sunnukvøldið. Øll eru hjartaliga vælkomin í Meinigheitshúsið (reyða húsið beint við SMS) øll kvøldini um páskirnar.

Sí skránna her