Meinigheitshúsið

View Original

Vanlig møti byrja aftur eftir summarferiuna

Sunnukvøldið 30. august byrja vanlig møtir aftur í Meinigheitshúsinum eftir ein steðg orsakað av korona-støðuni. Møti verður kl. 17.30 og Torleif Johannesen talar.

Áðrenn summarið varð avgjørt, at flyta møti sunnukvøld til at vera kl. 17.30. Munurin er ikki tann heilt stóri – ein slakur hálvur tími – men ynski er at gera tað lættari hjá barnafamiljum at vera við til høvuðstiltakið sunnukvøld, har øll meinigheitin samlast.