Meinigheitshúsið

View Original

Tvær nýggjar kvinnur valdar í stýrið í Meinigheitshúsinum í Havn

Á møtinum í kvøld í Meinigheitshúsinum var kunnað, at tvær nýggjar kvinnur eru valdar inn í leiðsluna. Á stýrisfundinum 5. november, vóru Birna Petersen og Maria Garðsá valdar inn í stýrið. Bæði Birna og Maria hava drúgvar royndir í andaligari leiðslu. Tær hava báðar verið virknar í barna- og juinor arbeiði í mong ár. Tær hava eisini tey seinastu tvey árini luttikið í møtileiðslu sunnudagar. Bæði Birna og Maria hava verið partur av meinigheitshúsinum í nógv ár. Birna og Maria taka við ábyrgdini 1. januar 2021.

Leiðslan í Menigheitshúsinum er mannað við 7 persónum. Í dag sita 3 kvinnur og 4 mans í stýrinum. Stýrið hevur evstu ábyrgdina í Meinigheitshúsinum.

Vit ynskja Birnu og Mairu Guds signing við ábyrgdini og alt tað besta í framtíðini.