Meinigheitshúsið

View Original

Temadagarnir í januar avlýstir vegna korona

Leiðslan í Meinigheitshúsinum hevur í eina tíð samskift við Rolf Kjøde um støðuna við korona. Vit høvdu vóna at støðan gjørdist betur eftir jól. Men, tíverri er støðan við korona nógv verri í Norra, har Rolf kemur frá. Tølini her heima eru framvegis ivasom. Hetta hevur gjørt, at leiðslan saman við Rolf ikki hevur sæð taÐ veruligt, at støðan er so mikið broytt seinast í januar, at Rolf kann koma eitt vikuskifti til Føroyar.

Hinvegin hava vit fingið avtalað, at Rolf Kjøde kemur til Føroyar til temadagarnar í 2022 í staðin. Leiðslan harmast støðuna, men sær seg ikki føran fyri gera annað. Vanligt møti verður sunnudagin í staðin. Vit kunnu ikki vænta at vit kunnu samlast í størri mongdum fyrr enn seinni í ár. Men sum vit onkuntíð siga: Vit koma sterkt aftur.