Meinigheitshúsið

View Original

Stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verða 6-8. november 2020

Vikuskifti 6-8. november 2020 verða stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Men stórmøtini verða ørvísið í ár. Tey verða nevnliga stroymd á netinum. Stórmøtini verða ikki í ítrottarhøllini á Skála, sum ætlað. Korona hevur gjørt, at tað hevur verið neyðugt at hugsa nýtt í ár.

Skráin fyri vikuskifti kann tú síggja niðanfyri:

Yvirskriftin fyri stórmøtini í ár er “...í Kristi”. Skráin fyri vikuskiftið sær soleiðis út:

 

Fríggjadagur 6. november:

Kl. 19.30: Stórmøti “Ver í Kristi”. Frits Thomsen talar. Jan og Jórun luttaka við sangi.

Kl. 22.00: Ungdómsløta. Andrias Magnussen talar. Sangframførsla frá Eliaskirkjuni.

 

Leygardagur 7. november:

Kl. 14.00: Ársmøti við formansfrágreiðing (Símun P. Jacobsen, formaður) og arbeiðsfrágreiðing (Andrias Magnussen, aðalskrivari)

Kl. 19.30: Stórmøti “Vaks í Kristi”. Jógvan Højgaard talar. Sangframførsla frá ymiskum sangarum.

Kl. 22.00: Ungdómsløta. Jákup Justinussen talar. Borgfríð Fonsdal hevur sangframførslu.

 

Sunnudagur 8. november:

Kl. 14.00: Simbahitt. Malan Kjærbo hevur bíbliutekstin. Sangframførsla frá kórleiðarunum frá Sangfagnaðinum.

Kl. 18.00: Stórmøti “Virka í Kristi”. Símun P. Jacobsen talar. Jónhild & Petur Hans og Tummas Pauli & Anna Lovisa luttaka við sangi.

 Tað seinasta møti 8. november, kl. 18.00 verður stroymt í Meinigheitshúsinum í Havn og tá eru øll hjartaliga vælkomni á møti kl. 17.30, sum vanligt er. Vit kunna meira um hetta á skránni seinni í november.