Meinigheitshúsið

View Original

Rolf Kjøde úr Norra vitjar í januar 2021

TEMA dagar verða í døgunum 29. til 31. januar 2021. Rolf Kjøde kemur at undirvísa.

Tey seinastu tvey árini hevur meinigheitin skipað fyri temadøgum heldur enn missiónsviku. Hetta hevur eydnast sera væl. Góðir undirvísarar hava vitjað, og nógv fólk hevur møtt upp til temadagarnir, bæði í fjørð og aftur í ár.

Tí var tað ikki nøkur torfør avgerð hjá leiðsluni, at gera ætlanir fyri nýggjum temadøgum í 2021. Tema dagarnir verða sjálvsagt aftur - um Gud vil og vit liva, í døgunum 29. til 31. januar. Tað verður Rolf Kjøde úr Norra, sum kemur at undirvísa um evnið, tær 7 meinigheitirnar, sum vit lesa um í Johannes Opinbering.

Rolf Kjøde er kendur frá tíðini, sum aðalskrivari í “Norsk Indremisjon”. Seinastu nógvu árini hevur Rolf verið lærari á NLA høgskolen i Bergen. Rolf er eisini stýrisformaður í tjaldamakarafelagsskapinum TENT. Rolf er gudfrøðingur og hevur drúgvar royndir, bæði sum leiðari og undirvísari. Hann hevur millum annað luttikið á bíbliuskeiðnum í Nesvík fyri fleiri árum síðani, og tí er hann ikki heilt ókendur í Føroyum.

Vit gleða okkum nógv til temadagarnir, hóast tað er nakað av tíð til januar. Seti endiliga x í kalendarin, so tú/tit eisini seta tíð av til hetta týdningarmikla endamál at kenna Guds orð og at koma saman við øðrum kristnum fólki.

Vit leggja eina endaliga skrá fyri døgunum út á heimasíðuna í januar mánaði.