Meinigheitshúsið

View Original

Páskastevna fyri ung

Meinigheitshúsið í Havn fer at skipa fyri eini ungdómspáskastevnu í ár. Jákup Brúsá og Tórur Jacobsen fara at boða Guds orð. Góður sangur verður eisini á skránni. Millum annað kemur Gøtu kirkju ungdómskór at luttaka. Byrja verður Langa fríggjadag kl. 17.30. Stevnan verður í døgunum 2. til 5. apríl. Ein endalig skrá kemur seinni í mánaðinum. Páskastevnan er fyri øll, men kemur á ein serligan hátt at venda sær til tey ungu.