Meinigheitshúsið

View Original

PODAS-TOYMI TIL ÍSLANDS

2. páskadag, fór eitt PODAS-toymi við Norrønu til Íslands. Tey eru 8 fólk og skulu eftir ætlan vitja og virka á Eysturlandinum í 8 dagar. Á ferðini skipar toymið fyri sangløtu og andakt umborð á Norrønu. Komin til Íslands fara tey at vitja eldrasambýli, hava møtir í fleiri kirkjum har um vegir, bønarmøti, vitja fólk v.m. Umframt at vitja á Seyðisfirði, vitja tey eisini Egilstaðir, Eskifjørð, Seyðrisfjør, Fáskrúðsfjørð, Vopnafjørð og Neskaupstaðir. Alt hetta verður gjørt í góðum samstarvi við kirkjuna og prestarnar á staðnum. Føroyingurin, Helgi Joensen, sum býr Íslandi, verður við á ferðini og tulkar, tá ið tað er neyðugt. PODAS hevur í nøkur ár skipað fyri toymisferðum til Íslands, og hava vit verið sera væl móttikin. PODAS heitir á fólk um at biðja fyri toyminum, Íslandi og samstarvinum, sum føroyingar hava við íslendingar. Myndin er tikin umborð á Norrønu stutt fyri fráferð. Vegna PODAS, Ásbjørn Jacobsen, aðalskrivari