Nýtt trygdarumboð í Meinigheitshúsinum í Havn
Trygdin hevur al stóran týdning tá vit koma saman í eitt hús, sum er at roknað sum alment ella fyri fólkið, sum eru ella koma í býin. Tí hevur stýrið arbeitt fram ímóti at tryggja øll viðurskifti í húsinum. Eitt nú eldsløkkjarar, brandteppi, brandalarmar og brandtrappu. Nakað hevur verið gjørt, men fleiri viðurskiftir hava ikki verið nøktandi.
Nú hevur leiðslan valt at seta eitt trygdarumboð, sum skal hava dagliga ábyrgd av trygdini í húsinum. Stýrið hevur kallað Petur Poulsen til uppgávuna og hevur hann játtað. Uppgávan verður fyrst og fremst at tryggja at øll viðurskiftir eru í lagi og sambært lóggávuni á økinum. Uppgávan er eisini at viðlíkahalda trygdina í húsinum.
Til Ólavsøku fer Articon at seta nýggja brandtrappu upp uttanfyri húsið, sum skal ganga inn til loftstovuna, so fólk í bólkum kunnu samlast á loftinum og sleppa út, um tað gerst neyðugt. Í løtuni er handverkaratoymið ígongd við at gera eina nýggja café á loftinum, sum eftir ætlan skal verða liðugt til august/september ella skjótast til ber.
Ein trygdarskipan og yvirlit kemur at hanga í gongini skjótast gjørligt.