Meinigheitshúsið

View Original

Nýtt manskór í Meinigheitshúsinum í Havn

Í kvøld boðaði Jógvan Reynslág á møtinum, har evnið var Fanny Crosby, hennara lív og sangir. Eitt sera spennandi og gevandi evni. Eitt yvirraskilisi var á møtinum. Eitt nýtt manskór hevur sæð dagsins ljós og sungu teir á fyrsta sinni á møtinum í kvøld.

Fleiri kór og eisini manskór hava virka í og út frá Meinigheitshúsinum, men nú eru tað nøkur ár síðani. Vit fegnast um teirra vakra sang í kvøld og ynskja tykkum Guds signing í tænastuni. Kanska fara vit at síggja fleiri kór í framtíðini 😊😀🤗