Meinigheitshúsið

View Original

Møtir byrja aftur

Tíðliga í november hálaðu vit í bremsuna saman við restini av samfelagnum og avlýstu øll tiltøk í Meinigheitshúsinum, av tí av korona-smittan av álvara fór at herja aftur í samfelagnum. Vit eru mong, ið hava saknað at koma saman um Guds orð – so hesa vikuna byrja vit varliga at lata uppaftur.

 

Hetta merkir, at ungdómsmøti verður aftur komandi hóskvøld, møti komandi sunnudag og samtalumøti og bindimøti í næstu viku. Sunnudagsskúlin byrjar tó ikki aftur enn, av tí at smittuspjaðingin enn er stór millum børn, og sunnudagsskúlin samlar nógv fólk.

 

Stýrið hevur eisini avgjørt, at jólaveitslurnar í Meinigheitshúsinum eru avlýstar í ár, tí hesar samla væl fleiri fólk enn vanligt. Harafturat verður eingin drekkamunnur til møtini fyribils.

Vit ansa eftir hvørjum øðrum

Nú vit lata uppaftur, vilja vit saman fylgja tilmælunum frá myndugleikunum fyri at minka um vandan fyri smittuspjaðin í samfelagnum – hetta so leingi sum støðan í samfelagnum er í gula feltinum. Tí er umráðandi at fólk, sum koma á møti, lúka eina av niðanfyrinevndu treytum:

  • eru koppsett móti Covid-19.

  • hava verið sjúk av Covid-19 tað seinasta árið.

  • hava eina negativa attest, ið ikki er eldri enn 72 tímar.

Harumframt eggja vit øllum til at ansa eftir hvørjum øðrum við at fylgja hesum almennu tilmælum um reinføri og sosiala samveru:

 

·      Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu. 

·      Hosta og njós í ermuna - ikki í hendurnar.

·      Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.

·      Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.

·      Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.

·      Minst til altíð at halda frástøðu.

·      Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava. 

·      Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.