Meinigheitshúsið

View Original

Meinigheitsfundurin 2021

Árligi meinigheitsfundurin verður 20. mars. Sambært lógini í Meinigheitshúsinum skal ein meinigheitsfundur verða á hvørjum ári. Sambært lógini verður rokniskapurin fyri undanfarna árið gjøgnumgingið og skal fundurin góðkenna rokniskapin. Formaðurin hevur eisini frágreiðing um virksemið undanfarna árið. Høvið er hjá meinigheitslimumnum at senda mál inn til fundin. Í ár hevur stýrið eitt mál við. Tað er endalig góðkenning av visjón, missión og virðunum. Uppskot varð lagt frá í 2020 og nú eitt ár seinni er uppskotið eftirmett og verða endaliga lagt frá á fundinum. Vanligt er eisini at kunna um stýrið, hvussu tað er skipað komandi árið.

Meinigheitsfundurin er fyri øll sum koma í húsið regluliga og verður byrja við morgunmati kl. 10.00. Fundurin endar við døgurða og vænta stýrið, at tiltakið endar kl. 13.00.