Leiðslan hevur skipað seg fyri 2023
Árligi meinigheitsfundurin var mikudagin í vikuni. Ársfrágreiðing og ársroknskapurin vórðu løgd fram. Her kom millum annað fram, at visjónin og missiónin vóru góðkend í 2022. Leiðslan hevur eisini arbeitt miðvíst við altjóða missión. Millum annað er í hesum sambandi gjørd ein samstarvsavtala við Open Doors Føroyar, og leiðslan arbeiðir eisini við øðrum avtalum, sum skulu skapa góðar og tryggar karmar fyri virkseminum.
Báðar ársfrágreiðingarnar vóru góðkendar av meinigheitsfundinum.
Leiðslan hevur skipað seg fyri 2023. Leiðslan er mannað við Eyðhild Dam Hansen, Karl Michaelsen, Helenu Bjellvåg, Andras Jákupsson, Mariu Garðsá, Jákup Brúsá, næstformanni og Hera Kjærbo sum formanni.