Meinigheitshúsið

View Original

Ólavssøka í Meinigheitshúsinum

Meinigheitshúsið í Havn bjóðar aftur í ár inn á Ólavssøku at hoyra Guds orð, syngja saman og til ein góðan drekkamunn.

Ólavssøkuaftan 28. juli verður møti kl. 20:00. Anton í Liljudali talar og Gøtu kirkju ungdómskór syngur. Aftaná verður bjóðað til drekka. Kl. 22:30 skipa tey ungu fyri lovsangsløtu við andakt.

Ólavssøkudag 29. juli verður møti kl. 20:00. Elisabeth Poulsen, ið virkar sum  trúboðari í Afrika og leiðari fyri felagsskapinum Tæn Afrika, talar. Bólkurin Tabitha syngur. Aftaná verður lagkaka at fáa.