Meinigheitshúsið

View Original

Ólavsøka í Meinigheitshúsinum í Havn

Vælkomin í Meinigheitshúsið á Ólavsøku, bæði havnafólk og fólk frá bygd og bý. Møti útisetum, vinum, kenningum og ókendum!

28. juli verður opið hús frá kl. 22, har tey ungu skipa fyri lovsangsløtu, suppa verður at fáa og café HeBrew verður opin.

29. juli verður møti kl. 20 við Bergur D. Joensen, sóknarpresti, og Blátt Gras kemur at syngja og spæla. Café HeBrew verður opin eftir møti.

Góða Ólavsøku