Innleiðsludagur fyri nýggj fólk í meinigheitini
Meinigheitshúsið í Havn fer undir eitt nýtt tiltak í apríl. Leygardagin 10. apríl verður innleiðsludagur fyri nýggj fólk, sum koma í Meinigheitshúsið. Tað kann verða avbjóðandi fyri fólk sum eru nýggj í eini meinigheit. Nógv nýtt er at uppliva, og nógvir spurningar kunnu vekjast í einum.
Heldur enn at fólk sjálvi skulu brúka tíð og orku til sjálvi at finna vegin fram í einum nýggjum umhvørvi, hevur stýrið valt at taka fyrsta stigið, at møta nýggjum fólkunum og kunna millum annað um grundarlagið, virksemi og mentanina í meinigheitini. Nógv nýggj fólk eru tað seinastu árini komin at ganga í Meinigheitshúsinum og tí metur leiðslan, at tørvur er á einum tílíkum degi.
Fólki fær høvið at seta spurningar, gera viðmerkingar og annars tosa um teirra upplivilsir fyrstu tíðina, tey eru komin í húsið. Nógv nýggj fólk síggja og uppliva kanska nógv nýtt og kunnu geva góð hugskot til meinigheitina og ávirka samanhaldið jaliga frameftir, vísur leiðslan á.
Tiltakið byrjar kl. 10.00 við morgunmati og so fer ein óformell skrá ígongd. Tiltakið endar við døgurða.