Meinigheitshúsið

View Original

Heystmøtini sera væl eydnaðið

Í kvøld var seinasta heystmøtið á hesum sinni í Meinigheitshúsinum í Havn. Møtini byrjaðu fríggjakvøldið og hildu á fram leygarmorgunin. Fyrst við morgunmati, bønarløtu og fyrilestri. Leygarkvøldið var so aftur møtið. Í kvøld var so tað seinasta møtið. Evnið fyri møtini hevur verið “vón til býin”. Orsøkin til evnið er hugsjónin hjá meinigheitini, um at vit bera vón til býin.


Leiðslan hevði kallað Jóannis Fonsdal, sóknarprest í Emdrup, Keypmanna til at boða. Jóannis hevur eisini verið prestur í Havnar kirkju fyri gott 15 árum síðani.


Jóannis hevði fyrireikað seg væl, og hann bjóðaði meinigheitini av, uppmuntraði og kom eisini við fleiri hugskotum, hvussu meinigheitin kann vera salt og ljós í býnum.


Nógv fólk komu til tiltøkini og nú fer leiðslan at taka samaum og seta út í kortið, hvørji tiltøk kunnu og skulu gerast, fyri at meinigheitin kann náa longri út í býin.


Leiðslan takkar øllum sum hjálptu til og luttóku bæði handaliga og andaliga. Um Gud vil og vit liva verða heystmøtir aftur í 2022.