Meinigheitshúsið

View Original

Nýggj hugsjón samtykt á meinigheitsfundi í Havn í dag

Árligi meinigheitsfundurin var í Meinigheitshúsinum í Havn í dag. Áleið 50 fólk møttu upp til fundin, har stýrið m.a. legði fram nýggja hugsjón, ið varð endaliga samtykt. Nýggja hugsjónin fyri meinigheitina er: Vit eru ein livandi meinigheit, ið gevur býnum vón.

Hetta gera vit við at:

  1. fylgjast við Jesusi

  2. møta menniskjum við umsorgan

  3. boða gleðiboðskapin

  4. útrusta til tænastu

  5. senda út í missión

Endamálið við hugsjónini er at seta orð á, hvat meinigheitin brennir fyri og hvørji ynskir hon hevur fyri framtíðina. Hetta gevur eitt sterkari felagsstev og ger tað lættari at seta mál tvørtur um allar arbeiðsgreinar. Og hon kemur eisini at merkja alt arbeiði í Meinigheitshúsinum framyvir.

- Ein hugsjón er alneyðug, um ein meinigheit ikki skal blíva líkasæl og doyggja út, sigur Heri Kjærbo, stýrisformaður í Meinigheitshúsinum. Hugsjónin gevur okkum eitt felags mál at arbeiða fram ímóti og er ein drívmegi fyri okkum, sum eru partur av meinigheitini. Hetta hava vit eisini merkt í allari tilgongdini; fólk eru blivin alsamt meira virkin í meinigheitini og í okkara relatión til býin og samfelagið annars.

Visiónsarbeiði tekur tíð

Skjøtul var settur á arbeiði við at fáa eina nýggja hugsjón á meinigheitsfundinum í mars 2019. Eitt ár varð sett av til tilgongdina, og í dag kom meinigheitin endaliga á mál. Ætlanin var at hava meinigheitsfundin í mars mánað, men vegna korona-støðuna varð hesin útsettur til 30. mai. 

Farna árið hevur meinigheitin á ymsan hátt luttikið í visiónsarbeiðinum, sum stýrið hevur leitt. Tveir visiónsdagar hava verið á vári og á heysti 2019, har øll meinigheitin luttók. Síðan arbeiddi stýrið við at orða hugsjónina. Seinni komu toymisleiðararnir í meinigheitini saman til tess at skerpa hugsjónina áðrenn stýrið kom fram til endaligu orðingina. Endaliga uppskotið varð so lagt fram á meinigheitsfundinum í dag, har øll meinigheitin tók undir við nýggju hugsjónini.

Ein meinigheit í vøkstri

Til meinigheitsfundin varð eisini litið aftur á virksemi og fíggjarstøðuna seinasta árið.

Alsamt fleiri fólk ganga á møti, eisini yngri barnafamiljur. Arbeitt hevur eisini verið við at seta fylgjarabólkar á stovn, har meinigheitslimir koma saman í smærri bólkum at lesa Bíbliuna, biðja saman og hava umsorgan fyri hvør øðrum. Tema-dagar vóru aftur í januar 2020 við góðari undirtøku, og komandi ár fær meinigheitin vitjan av Rolf Kjøde úr Norra.

Vaksandi inntøkur og útreiðslur avspegla eisini vaksandi virksemi. Samlaði roknskapurin vísti eitt yvirskot á 28.335 kr, sum Bogi Bendtsen, bókhaldari fyri Meinigheitshúsið, legði fram á fundinum. Ætlanir eru at gera fleiri íløgur framyvir m.a. í ljóðviðurskifti, tekniska útgerð, fjarhita og at fríðka um húsið.

Stýrið skipað seg av nýggjum

Á fundinum varð kunnað um nýval í stýrinum. Hvør stýrislimur verður valdur til eitt 2 ára tíðarskeið, og hvørt ár standa stýrislimir fyri vali. Hesuferð stóð formaðurin, Heri Kjærbo, fyri nývali, og hann var afturvaldur at sita í 2 ár afturat. Jógvan Garðsá valdi at takka fyri seg hesaferð eftir at hava sitið í stýrinum í nógv ár. Í hansara stað er Karl Michaelsen nývaldur stýrislimur.

Stýrið hevur skipað seg av nýggjum við Hera Kjærbo sum formanni, Jákup Justinussen næstformanni, Viggo Johannesen 2. næstform., Eyðhild Dam Hansen skrivari og Karl Michaelsen stýrislimur.