Tiltøk

Mannfólkavikuskifti í Nesvík

Mannfólkavikuskifti í Nesvík

Frí 13. sep - sun 15. sep
Leguhúsið í Nesvík 

Ein rættur maður! Hann tjenar nógvar pengar, hevur bát og heldur bilin reinan. Hann passar seyð, hevur verið á øllum fjøllum í Føroyum og hevur fleiri frítíðarítriv... Ella er tað alt?

Í ár seta menn hvør øðrum stevnu í Nesvík, har danski presturin, rithøvundurin og eftirskúlaforstandarin, Jesper Oehlenschläger, fer at hava nakrar tímar um, hvat eyðkennir ein rættan mann. Tí tað ynskja vit allir at vera. Væl møttir!

Tilmelding fer fram á mission.fo/tilmelding

Freistin at tekna seg er 9. september

Kostnaður kr. 665,-

 

Skrá:

Fríggjadagur 13. september

kl 18:00 Vælkomst

kl 18:30 Nátturði

kl 20:00 Bíbliutími – Rættir menn eru sterkir í náðini

v/ Jesper Oehlenschläger

kl 23:00 Turr grind og spik

kl 24:00 Andakt

 

Leygardagur 14. september

kl 09:00 Morgunmatur og andakt

kl 10:00 Bíbliutími – Rættir menn leiða og verða leiddir

v/ Jesper Oehlenschläger

kl 12:00 Døgurði

kl 13:30 Bíbliutími – Rættir menn liva fyri Jesus.

v/ Jesper Oehlenschläger

kl 15:00 Fullpower og aðrir aktivitetir

kl 18:30 Festkvøld við góðum mati og undirhaldi

Sangframførsla: Kvinnukórið Suð

kl 22:00 Sangløta og andakt

 

Sunnudagur 15. september

kl 09:00 Morgunmatur og andakt

kl 11:00 Gudstænasta – Rættir menn hjálpa øðrum

v/Jonhard Jógvanssyni

kl 12:30 Døgurði

kl 13.30 Vit rudda og takka fyri



Sí fleiri