Øll tiltøk avlýst hendan mánaðin

Eftir tilmæli frá myndugleikunum hava vit avgjørt at avlýsa alt virksemi í Meinigheitshúsinum – møtir, fundir, sunnudagsskúla o.a. – hendan mánaðin út.

Vit ynskja at taka ábyrgd í, at Corona smittan ikki kemur at gera um seg í Føroyum. Støðan er tíbetur ikki so hættislig sum í øðrum londum, og við at fyribils avlýsa almenn tiltøk kunnu vit verja hvønn annan við at minka um møguligan smittuvanda.

Eins og restin av samfelagnum seta vit ferðina niður í nakrar vikur til vágin fyri smittu er minkaður aftur. Hetta merkir eisini, at meinigheitsfundurin tann 21. mars er útsettur.

Lat okkum vera í bøn fyri teimum, ið eru ávirkaði, og minnast til orðini frá Jesusi í Matt 6,25-27:
“Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu fáa at eta, og hvat tit skulu fáa at drekka; ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fáa at fara í. Er ikki lívið meiri enn maturin og likamið meiri enn klæðini? Hyggið at himmalsins fuglum; teir sáa ikki, ei heldur teir heysta og bera ei heldur saman í løður, og himmalski faðir tykkara føðir teir; eru tit ikki mikið meir verdir enn teir? Men hvør tykkara kann við at stúra leggja eina alin aftur at ævi síni?”

Meira kunning kemur seinni, um hvussu støðan verður í apríl mánað.



Sí fleiri